Hon fer kanska í Fólkatingið

06.10.2016 - 12:24
AktueltPolitikkur
Hon fer kanska í Fólkatingið
Tað verður kanska Annita á Fríðriksmørk, ið fer í Fólkatingið fyri Tjóðveldi. Hon hevur annars áður víst hesum aftur
Annita á Fríðriksmørk fer kanska í Fólkatingið. Hon hevur annars áður boðað frá, at hon ikki fer í Fólkatingið
 

Annita á Fríðriksmørk er løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, ið er forkvinna í tingbólki floksins. Hon hevur greitt boðað frá, at hon ikki fer á Fólkating. Tað segði hon við in.fo 1. august.

Men nú er Annita á Fríðriksmørk ikki so avgjørd longur. Við útvarpið sigur hon, at hon dregur á bæði. Hon umhugsar at velja Fólkatingið fram um Løgtingið - avgerðin verður tikin ein av næstu døgunum, sigur hon.

Annita er fimtvald á listanum hjá Tjóðveldi. Orsøkin til, at vit skulu so langt niður á listan fyri at manna fólkatingssessin, er samtykt teirra, ið sigur, at tú ikki kanst vera løgtings- ella landsstýrisfólk, meðan tú ert á Fólkatingi. Tú ert annað - ikki bæði.

Farloyvi skal fyrst fáast uppá pláss

Høgni Hoydal er fyrstvaldur, men hann er landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Nummar tvey á listanum er Magni Arge, sum í næstum fer í farloyvi frá Fólkatinginum, fyri at sleppa í Løgtingið.

Nummar trý á listanum er Sirið Stenberg, sum er landsstýriskvinna í heilsumálum. Nummar fýra er Kristina Háfoss, men hon er landsstýriskvinna í fíggjarmálum og soleiðis fer stafettin víðari til Annitu á Fríðriksmørk, løgtingskvinnu, sum er nummar fimm á fólkatingslistanum hjá Tjóðveldi.

Tá Fólkatingið hevur góðtikið farloyvisumbønina frá Magna Arge, fer Fólkatingið at spyrja Annitu á Fríðriksmørk, um hon tekur sæti sum fólkatingsumboð fyri Tjóðveldi. Tað fer hon altso kanska at gera.

SÍ EISINI Eingin avloysari er funnin

Ger Annita á Fríðriksmørk ikki tað, er tað Tórbjørn Jacobsen, sum stendur fyri tørni. Hann er borgarstjóri í Runavík, men samtyktin hjá Tjóðveldi sigur einki um borgarstjórar.

Tú kanst ikki vera løgtingslimur og fólkatingslimur samstundis, men tú kanst gott vera løgtingslimur og borgarstjóri - tað er tað dømi um - og tí kanst tú eisini vera fólkatingslimur og borgarstjóri samstundis.

Útvarpið hevur ringt til Tórbjørn Jacobsen fleiri ferðir í morgun, men hann tekur ikki telefonina. Útvarpið ætlaði at spyrja, um hann fer á fólkating, um Annita á Fríðriksmørk velur Løgtingið framum.

Tórbjørn Jacobsen spurdur fyrr

Spurning hevur Tórbjørn Jacobsen áður fingið beinleiðis á Facebook. Tá svaraði hann: "Eg fyrihaldi meg ikki til fuglar á takinum, bara til fuglar í lógvanum".

Fyri, at Tórbjørn Jacobsen kann fyrihalda seg til nakran fugl í lógvanum, skal Annita á Fríðriksmørk gera av, um hon flýgur til Danmarkar, ella fuglarnir flúgva til Runavíkar.

Nummar sjey, átta og níggju á fólkatingslistanum hjá Tjóðveldi eru ávíkavist Óluva Klettskarð, Gunnvør Balle og Pauli Trónd Petersen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. mai
Sært tú meg 2:3
139885
Mánadag 16. mai
3-2
139731
Sunnudag 15. mai
Andakt við Andriasi Magnussen
139652
Sunnudag 15. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
139650
Leygardag 14. mai
Stóri FM-dagurin
139646