Sambandsflokkurin verður ikki partur av eini tjóðarsemju

Sambandsflokkurin verður ikki partur av eini tjóðarsemju
- Tað er týðiligt, at Javnaðarflokkurin vil burtur úr ríkisfelagsskapinum, og tað vera vit ongantíð við uppá, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum
Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, sigur seg ikki fara at taka undir við eini tjóðarsemju.
 
07.06.2025 - 12:54

Tað var í gjár, at Aksel V. Johannesen, løgmaður, segði við útvarpið, at hann væntaði eina breiða semju, sum allir flokkar fara at taka undir við.

Men Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, sigur, at Sambandsflokkurin tekur ikki undir við semjuni.

Í samrøðuni við útvarpið í gjárkvøldið segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, at ætlanin er at fáa semju um, at tað skulu vera trý lond javnstillað í sterkum felagsskapi.

Formaðurin í Sambandsflokkinum heldur, at hetta er at taka seg burturúr ríkisfelagsskapinum.

Bárður á Steig Nielsen vil varðveita tey rættindi, sum vit í dag hava í ríkisfelagsskapinum.

 

Fundur týsdagin

Týsmorgunin í næstu viku hittast forfólkini í politisku flokkunum á fundi í Tinganesi um ríkisrættarligu støðuna.

 

1747662


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334