Grønlendingar velja útlendingar

Grønlendingar velja útlendingar
Royal Arctic Line, sum grønlendska sjálvstýrið eigur, fer í framtíðini helst at sigla við útlendskari manning
 
13.10.2016 - 16:32

Grønlendska reiðaríið fer í framtíðini helst at brúka útlendska manning ístaðin fyri grønlendska og danska manning á farmarutuni tvørtur um Atlantshav.

Haraftrat fer Royal Arctic Line møguliga eisini at sigla undir útlendskum flaggi, upplýsir stjórin, Verner Hammeken fyri heimasíðuni Shipping Watch.

Grønlendska reiðaríið er farið í nýtt samstarv við íslendska reiðaríið Eimskip, og reiðaríni bæði eru í ferð við at keypa trý nýggj skip.

Skipini verða sett í rutu fyri Nuka Arctica og Naja Arctica, og nýggju skipini fáa nýggja manning. Manningin á Nuka og Naju fáa møguliga arbeiði á strandarutunum hjá felagnum í Grønlandi.

Royal Arctic Line, sum grønlendska sjálvstýrið eigur, fer í framtíðini helst at sigla við útlendskari manning.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204050
Týsdag 10. februar
Veðrið
204022
Týsdag 10. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203976
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896