Bíða eftir svari frá honum

bannari
Bíða eftir svari frá honum
Javnaðarflokkurin vil nú vita, um Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, stillar upp fyri flokkin á kommunuvalinum um tríggjar vikur
Nevndin í Suðuroyar norðara Javnaðarfelag hevur biðið Kristin Michelsen, borgarstjóra á Tvøroyri, um at svara, um hann er á listanum hjá Javnaðarflokkinum ella ikki
 
18.10.2016 - 10:35

Nevndin í Suðuroyar norðara Javnaðarfelag hevur biðið Kristin Michelsen, borgarstjóra á Tvøroyri, um at svara, um hann er á listanum hjá Javnaðarflokkinum ella ikki.

Kristin Michelsen hevur hótt við at taka seg av javnaðarlistanum til kommunuvalið, um hini á listanum ikki skriva undir, at fyrstvaldi á listanum skal vera borgarstjóraevni hjá flokkinum.

SÍ EISINI Rok um uppstilling

Eisini hevur Kristin Michelsen havt samskifti við borgaralistan á Tvøroyri, um at koma á tann listan, men á fundi í gjárkvøldið kom Kristin Michelsen ikki á borgaralistan.

Signar Dam, formaður í lokalfelagnum hjá Javnaðarflokkinum á Tvøroyri, sigur í morgun, at hann hevur sent Kristini Michelsen fyrispurning, um hann framvegis er á listanum, men Kristin Michelsen ikki hevur svarað.

Lokalfelag: Málið er álvarsligt

Spurdur um Kristin Michelsen verður koyrdur av Javnaðarlistanum, sigur Signar Dam, at tað fær hann ikki svarað í løtuni, men at talan er um eitt álvarsligt mál.

Kristin Michelsen fekk 239 atkvøður á kommunuvalinum í 2012, og á løgtingsvalinum í fjør fekk hann 302 atkvøður, og varð valdur í Løgtingið. 

Valevnislistarnir til kommunuvalið skulu verða inni í seinasta lagi klokkan 18 í kvøld.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815