Kristin á Kommunulistan

bannari
Kristin á Kommunulistan
Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, stilar upp á Kommunulistanum til kommunuvalið
 
18.10.2016 - 18:21

Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, stillar upp fyri Kommunulistan á Tvøroyri.

Hetta er greitt, eftir at freistin at lata valevnislistar var inni klokkan 18.

Umframt Kristin Michelsen eru seks onnur valevni á listanum.

Tilsaman tríggir listar komu inn til kommunuvalið á Tvøroyri.

Fyri Javnaðarflokkin stilla sjey fólk upp, og fyri Borgaralistan stilla seks fólk upp.

Kristin Michelsen var í dag koyrdur av listanum hjá Javnaðarflokkinum.

Dagføring:

Klokkan 19 sendi Kristin Michelsen tíðindaskriv úr, har hann veitur vissu fyri, at hann - hóast stríð við Javnaðarflokkin á Tvøroyri - stuðlar bæði flokkinum og samgonguni. Kristin Michelsen situr jú at tingi eisini, og tí kundi hann sett lívið hjá smølu samgonguni í vága, um hann ikki longur var limur í flokkinum. Stutta tíðindaskrivið er soljóðandi:

"Undirritaði, sum í dag er koyrdur av listanum hjá Javnaðarflokkinum av formanninum Signari Dam, uttan at hava havt nakran limafund, skal hervið boða frá, at eg ongar ætlanir havi um at svíkja mínar trúføstu javnaðarveljarar, ið vístu mær álit til løgtingsvalið, og eg eri tí framvegis limur í Javnaðarflokkinum og stuðul hjá sitandi løgmanni og samgongu"

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485