Sýslumaður: Málið er álvarsligt

Sýslumaður: Málið er álvarsligt
Skiparin á Havborg hevur fingið 25.000 krónur í bót og reiðaríð skal gjalda 850.000 krónur í bót fyri at hava fiskað á stongdari leið við Svalbard
Føroyska rækjuskipið, Havborg, við bryggju í Longyearbyen í Svalbard, har norska sjóverjan kom við skipinum týsnáttina
Mynd: Christopher Engås/Svalbardposten  
 
26.10.2016 - 12:24

Tað var í gjár, at norska sjóverjan tók rækjutrolaran Havborg fyri at fiska í stongdum øki í Isfjorden í Svaldbard í døgunum 13. - 18. oktober. 

Økið er stongt, tí nógvur kongafiskayngul er har. Tí er talan um eitt álvarsligt mál, sigur Irene Sætermoen, sýslumaður, í samrøðu við útvarpið.

SÍ EISINI Tikin fyri ólógliga veiðu

Havborg hevur ligið í Longyerabýnum síðani í gjár. Reiðaríið tekur við bótini og hevur veitt trygd fyri bótini, og Havborg fór tí aftur til fiskiskap í fyrrapartin í dag. 

Havborg byrjaði túrin úr Tromsø 30. september, og hevur higartil fiskað 75 tons av rækjum. Fiskiskapurin er vánaligur, segði Johannus Joensen.

Tað segði skiparin á Havborg, tá útvarpið tosaði við hann týsdagin. 15 mans eru við rækjuskipinum, Havborg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161