Farloyvi úr tinginum

Farloyvi úr tinginum
Hóast hon ikki formliga er vald til borgarstjóra í Tórshavnar kommunu enn, hevur Annika Olsen longu biðið um farloyvi úr Løgtinginum
Annika Olsen hevur á løgtingsfundi í dag biðið um farloyvi úr tinginum, nú tað styttist til hon tekur við borgarstjórastarvinum í høvuðsstaðarkommununi
 
15.11.2016 - 16:16

Løgtingsformaðurin las umbønina frá Anniku Olsen, tá løgtingstingfundurin varð settur fyrrapartin.

Í samgonguskjalinum, sum nýggja býráðssamgongan í Havn millum Tjóðveldi, Fólkaflokkin og Framsókn hevur kunngjørt, stendur millum annað, at borgarstjórin skal ikki sita í Løgtinginum.

Samgongan hevur eisini kunngjørt, hvør skal vera formaður í ymisku býráðsnevndunum. Býráðið, sum varð valt fyri einari viku síðani, skal skipa seg fyri 1. januar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815