Vantandi eftirløn til kommunurnar

Vantandi eftirløn til kommunurnar
Kommunurnar hava fingið 372,4 milliónir til eldraøkið, men fáa nú 5,6 milliónir afturat, tá tær 14 milliónirnar í írestandi eftirløn eru goldnar
 
18.11.2016 - 08:39

Kommunurnar fáa 403 milliónir krónur frá landinum til eldraøkið í 2015. 

Kommunurnar fáa skattin av teimum 14 milliónunum, sum TAKS herfyri boðaði frá vórðu goldnar ov lítið í eftirløn í fjør.

Skatturin av teimum 14 milliónunum er 5,6 milliónir krónur.

Samdust um 375 milliónir

Kommunurnar fáa hesar pengarnar, tí avtalan millum Fíggjarmálaráðið og Kommunufelagið um pengar til eldraøkið sigur, at kommunurnar fáa forskattingina av penjónunum.

Semjan um fíggingina í 2015 var 375 milliónir krónur, skrivaði Fíggjarmálaráðið til Kommunufelagið fyri viku síðani

Kommunurnar hava fingið 372,4 milliónir, men fáa nú 5,6 milliónir afturat, tá tær 14 milliónirnar í írestandi eftirløn eru goldnar.

Viðgera aðrar fíggingarmøguleikar

Tí fáa kommunurnar 378 milliónir umframt eina einsinnisupphædd, sum er 25 milliónir krónur, fyri 2015, staðfestir Fíggjarmálaráðið í brævinum til Kommunufelagið. Kommunurnar fáa tí 403 milliónir.

Í brævinum til Kommunufelagið sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, at Kommunufelagið hevur fingið tilboð um at koma við uppskoti um annan fíggingarleist. Tað tilboðið stendur við. 

Skattanevndin, sum í løtuni viðger alla skattaskipanini sum hon er, viðger eisini, hvussu eldraøkið skal fíggjast, sigur Kristina Háfoss í brævinum til Kommunufelagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523