Fíggjarætlanin samtykt

Fíggjarætlanin samtykt
Skattalætti, hægri barnafrádráttur og lægri barnaansingargjald eru í fíggjarætlanini hjá Vágs kommunu, sum býráðið einmælt samtykti mánakvøldið
Kommunuskatturin lækkar, tað sama ger barnaansingargjaldið og barnafrádrátturin hækkar. Kommunan í Vági hevur samtykt fíggjarætlanina fyri 2017
 
29.11.2016 - 11:14

Skattaprosentið fer niður í 21,95 prosent. Tað eru 0,55 prosentstig lægri enn í ár. Barnafrádrátturin hækkar 500 krónur, upp í 4.500 krónur.

Barnaansingargjøldini lækka 100 kr. fyri barnið um mánaðin. Og fólk kunnu í mesta lagi gjalda 3.500 krónur um mánaðin fyri barnaansing í Vágs kommunu.

Gera íløgur fyri 6,1 millión

Býráðið væntar at fáa knappliga 58 milliónir krónur í kassan næsta ár. Tá eru 13,8 milliónir frá landinum til eldraøkið taldar við.

Hóast skattaprosentið í 2017 verður eitt prosentstig hægri enn tað var í 2015, væntar býráðið at fáa tað sama í persónsskatti næsta ár sum í 2015.      

Íløgur skulu gerast fyri 6,1 millión næsta ár. Millum íløgurnar er nýtt graslíki á fótbóltsvøllin á Eiðinum, dagføring av Heilsumiðstøðini, nøkur spælipláss, vegagerð, spillvatn og gøtuljós.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Hósdag 16. juli
HM-tíðindi 16. juli 2026
211017
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815