1870 riggar ikki

1870 riggar ikki
Í 43 minuttir royndi Jóhannes Petersen at fáa samband við "1870" aftaná, at hann var bitin av einum hundi
"Tað líkist svartasa ongum", sigur Jóhannes Petersen

03.12.2016 - 10:37

Læknaviðtalan 1870 á Landssjúkrahúsinum virkar als ikki.

Tað er niðurstøðan hjá Jóhannes Petersen í Syðrugøtu, sum sunnukvøldið 6. november hevði tørv á at fáa eina sproytu fyri stívkrampa, eftir at hann var bitin av einum hundi.

Hann starvast hjá Eysturkommunu, og tað kvøldið bað løgreglan hann fara eftir einum hundi, sum var meldaður fleiri ferðir. Tað var tá hann tók hundin, at hann varð bitin.

Jóhannes Petersen ringdi tí "1870", sum er læknaviðtalan á Landssjúkrahúsinum, og " 112", sum er løgreglan. Hann fekk tó ikki samband við nakran á "1870".

Jóhannes Petersen koyrdi til Klaksvíkar sjúkrahús, har hann fekk eina sproytu.

Tá hann hevði fingið sproytuna, ringdi løgreglumaðurin aftur, og hann hevði tá enn ikki fingið samband við "1870".

Hetta var 43 minuttir aftaná,at Jóhannes Petersen hevði ringt "1870" fyrstu ferð.

- Tað líkist svartasta ongum, sigur Jóhannes Petersen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. november
Jambalaja - 211126
216767
Leygardag 21. november
Upp á tá - 201126
216763
Fríggjadag 20. november
Vikuskiftið 20 nov 2026
216752
Fríggjadag 20. november
LEITISSTEIN 20.11.2026 (Linda Andrews)
216750
Fríggjadag 20. november
Breddin: Leigubústaðir og skattafyrimunir
216730
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592