Arbeiðsøki hjá ráði avmarkast

Arbeiðsøki hjá ráði avmarkast
Etiska ráðið, sum nú er á veg í Løgtingið, skal bara viðgera etiskar spurningar á heilsuøkinum, og ikki eisini aðrar spurningar, sum ætlanin var
Eitt etiskt ráð skal bara viðgera spurningar á heilsuøkinum og ikki eisini spurningar á náttúru- og umhvørvisøkinum
 
07.12.2016 - 08:17

Ráðið skal ikki, sum uppskotið í 2014, eisini viðgera etiskar spurningar á náttúru- og umhvørvisøkinum. Tað uppskotið tók Karsten Hansen, táverðandi landsstýrismaður, sjálvur aftur.

Sirið Stenberg, sum nú er landsstýriskvinna í heilsumálum, heldur, at tíðin nú er komin at seta Etiskt ráð. 

Bæði politiska skipanin og fakfólk meta, at brúk er fyri einum ráði, ið skal fremja og styrkja kjak og vitan um etiskar spurningar, eitt nú um genomgransking og genomkanningar. 

SÍ EISINI Radarin: Óheppið at landsstýrið velur Etiska ráðið

Sjey fólk skulu vera í Etiska ráðnum. Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum tilnevnir formannin í ráðnum og ein afturat.

Landsstýrismaðurin í vinnumálum og landsstýriskvinnan í kirkjumálum koma við uppskoti um hvør sín lim, og flokkarnir í Løgtinginum koma við tilmæli um tríggjar limir.

Etiska ráðið skal byrja 1. januar í 2018. Tað er mett at kosta 560.000 krónur um árið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083