- Tíðindi, mentan og ítróttur
Helgi Abrahamsen á ting
Helgi Abrahamsen á ting
Helgi Abrahamsen teku sæti fyri Magna Laksáfoss

Helgi Abrahamsen var skrivari hjá Sambandsflokkinum frá 1999 til 2008 og løgtingslimur frá 2008 til 2015
Mynd: Savnsmynd
12.12.2016 - 09:32
Tá tingfundurin verður settur klokkan hálvgum tvey seinnapartin mánadag, tekur Helgi Abrahamsen sæti á tingi fyri Sambandsflokkin. Helgi Abrahamsen er fyrsti varamaður hjá Sambandsflokkinum, beint frammanfyri Gerhard Lognberg. Helgi Abrahamsen tekur hesaferð sæti fyri Magna Laksáfoss, sum fer í farloyvi til 16. desember.
Gamal í garði
Helgi Abrahamsen er ikki nýggjur í tinginum. Hann hevur áður sitið á tingið og hann hevur eisini áður tiki sæti á tingið sum varamaður í hesari tingsetu. Ta ferðina var tað fyri Bjørn Kalsø.
Eftir at Helgi Abrahamsen fall á valinum í fjør hevur hann starvast sum blaðmaður fyri Norðlýsið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























