Seta Løgtingið til viks

Seta Løgtingið til viks
Bárður á Steig Nielsen og Jacob Vestergaard siga í sínum áliti, at ein nýggj óskrivað stýrisskipan hevur tikið seg upp í sambandi við fíggjarlógina
 
13.12.2016 - 08:59

Landsstýrið arbeiðir mest møguligt uttan um løgtingið, og tá tað ikki ber til, verður tingið brúkt sum stempulkontór hjá landsstýrinum, tí løgmaður og landsstýrisfólkini stýra viðgerðini í løgtinginum frá byrjan til enda.

Undir hesi uttanum-parlamentarisku skipan hevur fíggjarlógaruppskotið eisini verið viðgjørt, har landsstýrið hevur stýrt viðgerðini alla tíðina, siga Bárður Nielsen og Jacob Vestergaard.

Meirilutin arbeiðir uttanum minnilutan

Teir siga, at uttanum-parlamentariska arbeiðið kom veruliga til sjóndar, tá meirilutin í fíggjarnevndini einsamallur fór at viðgera fíggjarlógina vikuskiftið 3. og 4. desember. Og 5. desember varð fíggjarnevndarfundurin útsettur, tí meirilutin einsamallur hevði fund við landsstýrið.

Landsstýriskvinnan kom í tingið at leggja síðstu hond á fíggjarlógaruarbeiðið, og hevði nýggja inntøkumeting við sær. Hetta vóru upplýsingar, sum minnilutin einki innlit hevði í, siga Bárður á Steig Nielsen og Jacob Vestergaard.

Meirilutin aktar boðum úr landsstýrinum

Hetta er óvanligur arbeiðsháttur, og samsvarar ikki við stýrisskipanarlógina, ið ásetir, at tað skal vera greiður skilnaður millum útinnandi og lóggevandi valdið, sigur minnilutin í álitinum.

Andstøðan lovar størri avlop enn samgongan

Bárður á Steig Nielsen og Jacob Vestergaard hava fleiri broytingaruppskot, sum sambært teimum hava við sær, at avlopið á fíggjarlógini næsta ár verður 250 milliónir kr.

Minnilutin tekur eisini undir við nøkrum av teimum broytingum, sum meirilutin í fíggjarnevndini mælir til, hóast minnilutin ikki hevur havt møguleika at viðgera fíggjarlógaruppskotið saman við meirilutanum. 

2. viðgerð fyri tingið í morgin

Bárður á Steig Nielsen og Jacob Vestergaard siga, at minnilutin væntandi kemur við fleiri broytingum til fíggjarlógina, bæði við 2. og 3. viðgerð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096