Tað verða framvegis fýra politistar í Vágum

Tað verða framvegis fýra politistar í Vágum
Tað upplýsir Søren Pape Poulsen, løgmálaráðharri, í svari til Torbjørn Jacobsen, fólkatingsmann
 
14.12.2016 - 10:55

Ætlanin var annars at broyta vaktarskipanina hjá politinum í Føroyum, so bara tveir politistar vóru í Vágum.

Men eftir ein fund við borgarstjórarnar í Vágum, sum hava ampa av rúsevnisnýtslu hjá ungum í oynni, og eftir, at politiið fekk at vita, at skotska flogfelagið Flybe hjá Loganair fer at flúgva til Føroya, krevst manning til Schengen eftirlit, tað er passeftirlit, á flogvøllinum í Vágum.  

Eftir at nógvir politistar síðani í vár eru farnir í farloyvi, eisini barsilsfarloyvi, og onnur eru farin frá fyri aldur, avgjørdi politileiðslan í Føroyum hálvan november at gera nýggja vaktarskipan, sum kemur í gildi 6.februar næsta ár.

Manning í Klaksvík

Í svarinum verður eisini upplýst, at politistøðin í Klaksvík verður mannað alt samdøgrið soleiðis, at um náttina mánadag til hósdag fer ein bilur úr Miðøkinum at koyra í Norðurøkinum.

Hinar næturnar fara fólk í Norðurøkinum framvegis at vera á vakt í Klaksvík. Tey fáa hjálp úr Miðøkinum, tá tað er neyðugt. 

Hetta verður gjørt millum annað fyri at lætta um hjá eldri polistum í Norðurøkinum. Hjá teimum eru náttarvaktir tyngjandi.

FAKTA:

Løgmálaráðharrin spurdi ríkispolitiovastan, sum spurdi politiið í Føroyum, aðrenn hann svaraði. 

Norðurøkið hjá politinum umfatar Norðoyggjar og Eysturoy, í Miðøkinum eru Streymoyggin, Vágar og Sandoy.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087