Løgreglan: Ikki koyra eftir Kaldbaksvegnum

Løgreglan: Ikki koyra eftir Kaldbaksvegnum
Veðrið er so ringt, at vandamikið er at koyra í Kaldbaksbotni
At veðurlíkindi eru vánalig í Kaldbaksbotni, merkir ikki, at fólk skulu fara eftir Oyggjarvegnun heldur. Á Norðradalsskarði er 71 m/s í hvirlunum
Mynd: Savnsmynd  
 
25.12.2016 - 14:57

Løgreglan ávarar nú fólk um ikki at koyra eftir Kaldbaksvegnum í løtuni. Veðrið er ikki til tað í løtuni.  

Løgrglan skrivar: 

- Á Kaldbaksvegnum er í løtuni sera harðført - har er sera nógvur vindur, ógvuslig glaðustrok og ringt at koyra orsakað av nógvum sjóroki og smásteinum sum fýkur eftir vegnum.
Vit fráráðað at koyra har í løtuni.

 

Nógvar fráboðanir

Á 112 alarmsentralinum og vaktsentralinum hava tey fingið og fáa allatíðina nógvar skaðafráboðaninr og í skrivandi løtu er vindmegin 71 m/sek á Noðradalsskarði, 40 m/sek á Velbastaðhálsi, 48 m/sek á Sandsvágshálsi og 52 m/sek á Høgareyni.

Til ber at kunna seg um veðurstøðuna við at fara á heimasíðuna hjá Landsverk

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120