Stjóri og nevnd sett

Stjóri og nevnd sett
Kristina Háfoss hevur mannað nevndina og sett fyribils stjóra í Landsbankan, sum byrjar virksemið aftur 1. januar
Malan Johansen er sett í starv sum fyribils stjóri í Landsbankanum. Hon er deildarleiðari á Fígging Landsins
 
30.12.2016 - 11:25

Malan Johansen er sett í starv sum fyribils stjóri í Landsbankanum. Hon er deildarleiðari á Fígging Landsins, ið er deild á Gjaldstovuni, og fór at virka, tá Landsbankin helt uppat 1. apríl 2013.

Nevndin í Landsbankanum skipar seg sjálv og nevndarlimirnir eru Zvonko Mrdalo, búskaparfrøðingur á Fróðskaparsetrinum, Elisabeth Eldevig, fiskivinnufrøðingur, og  Kristoffur Laksá, stjórnmálafrøðingur.

Í nevndini eru eisini Ninna Herdis Danielsen, búskaparfrøðingur og serkøn í váðameting, Edvard Heen, fíggjarfrøðingur og stjóri í Almannaverkinum, og Jan Otto Holm, fíggjar- og íløguráðgevi.

Lógin um at endurstovna Landsbankan varð samtykt í Løgtinginum 15. november, og kemur í gildi 1. januar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976