Vilja raðfesta integratión

Vilja raðfesta integratión
Tórshavnar kommuna fer at seta ein samskipara, ið skal taka sær av at veita tænastur til tilflytarar
Nýggja samgongan í Tórshavnar kommunu fer at raðfesta integratión av útlendingum, stendur í samgonguskjalinum hjá nýggju samgonguni í kommununi
 
04.01.2017 - 09:57

Nýggja samgongan í Tórshavnar kommunu fer at raðfesta integratión av útlendingum. Ein integratiónssamskipari verður settur at veita tænastur til tilflytarar, at savna og menna tilboð hjá landi og kommunum.

Sum royndarætlan verður altjóða hús skipað at leiðbeina tilflytarum. Ætlanin er eisini at undirvísing í føroyskum á kvøldskúlum verður ment.

Kommunan ætlar eisini at ganga á odda við at bjóða starvsvenjing til tilflytarar á kommunalum arbeiðsplássum, ið skal virka sum lopfjøl til at hesi kunnu nýta teirra egnu førleikar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815