Skaðin er longu gjørdur á Sundi

Skaðin er longu gjørdur á Sundi
Yvirfriðingarnevndin loyvir Tórshavnar Kommunu at byggja vinnuøkið á Sundi út, tí skaðin á náttúruna er longu gjørdur.
 
07.01.2017 - 09:14

Ætlanin hjá Tórshavnar Kommunu at útbyggja vinnuøkið á Sundi við gróti úr Eysturoyartunlinum hevur fingið Kaldbaksfólk at ressast.

Borgarafundur hevur verið á Kaldbak, tí fólk eru ørkymlað um, at útbyggingin fer at oyða tað síðsta strekkið av órørdari fjøru á Kaldbaksfirði. 

Í náttúrufriðingarlógini stendur: "kann tað ætlast, at arbeiðir koma at misprýða ella skemma natúruna, skulu tiltøk setast í verk fyri at forða ella minka um skaðan".

Tí hava fleiri vónað, at friðingarmyndugleikarnir fara at steðga ætlani hjá Tórshavnar kommunu, 

Men so verður ikki.  

Henrik Møller, sorinskrivari, er formaður í yvirfriðingarnevndini, sum hevur viðgjørt útbyggingina.

Henrik Møller sigur, at hóast ætlaða útbyggingin á Sundi misprýðir náttúruna, broytir hon ikki umstøðurnar stórvegis, tí skaðin á nátturuna á Sundi er longu gjørdur.

- Vit leggja dent á, at hendan skemmingin av nátturuni á staðnum er longu gjørd á staðnum. Vit halda ikki, at útbyggingin broytir nakað munandi, sigur Henrik Møller, formaður í yvirfriðingarnevndini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713