B&W letur SEV motorar fyri 200 mió. kr.

B&W letur SEV motorar fyri 200 mió. kr.
Nýggju motorarnir verða settir upp á verkinum á Sundi, sum skal verða liðugt í 2018
Soleiðis fer nýggja orkuverkið á Sundi at síggja út
Mynd: Burmeister & Wain Scandinavian Contractor  
 
12.01.2017 - 08:28

Burmeister & Wain Scandinavian Contractor, stytt BWSC, í Allerød í Danmark hevur skrivað undir avtalu fyri 200 milliónir krónur um eitt 37 MW-orkuverk, sum skal byggjast upp í el-verkið á Sundi. 

Tað skrivar BWSC á heimasíðu síni.

BWSC og SEV hava samstarvað í 30 ár. 

Í 1983 og 1987 setti BWSC upp tveir tveytaks-motorar á Sundi, og teir eru framvegis grundalagið undir streymveitingini í meginøkinum.

Brenna tungolju

Orkuverkið skal brenna tungolju (HFO).

Verkætlanin verður á heimasíðuni lýst soleiðis:

Byggiplássið er eitt grótbrot, sum er við Kaldbaksfjørð. 

Ytru múrarnir verða klæddir við gróti, og flag verður lagt á tekjuna, - tí grót og flag krevja lítið og einki viðlíkahald. Tey halda leingi og bjálva væl fyri ljóði.

Bygningurin stendur nærindis motorvegnum, sum bindur høvuðsstaðin og flogvøllin saman, og hann skal klæðast við glasi uttan.

Liðugt í 2018

Um náttina verður ljós sett á bygningin, soleiðis at tey, sum koyra til og úr Havn, síggja hann, skrivar BWSC.

Nýggja orkuverkið verður liðugt í desember 2018. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. mars
Bolero
206000
Sunnudag 22. mars
Credo: Fangaði í frumskóginum
205807
Leygardag 21. mars
Jambalaja - 210326
205988
Leygardag 21. mars
Upp á tá - 200326
205987
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. mars
Gudstænasta úr Kunoyar kirkju
206001
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949