Eldrabústovnar fáa nú neyðstreymsskipan

Eldrabústovnar fáa nú neyðstreymsskipan
Arbeiðið á Boðanesheiminum byrjar beinan vegin, sigur Annika Olsen, borgarstjóri
 
12.01.2017 - 14:08

- Vit gera nú eina ætlan og raðfesta, hvussu vit fáa sett upp neyðstreymsskipanir á øllum okkara heimum og stovnum í Heilsu- og umsorganartænastuni.

Tað sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, í tíðindaskrivi í dag

- Byrjað verður á Boðanesheiminum, har arbeiðið verður sett í gongd beinan vegin, meðan ein ætlan fyri hinar bygningarnar verður gjørd, sigur Annika Olsen.

Fleiri bústovnar raktir

Fleiri bústovnar í Tórshavnar kommunu vórðu raktir av streymsliti um jóltíðir, og bara  á teimum heimum, har neyðstreymsskipan er sett upp, vóru ljós og hiti.

- Men fleiri eldrabústovnar lógu í myrkri í fleiri tímar. Hetta skapar sum vera man stóran ótryggleika bæði fyri húsfólkini, starvsfólkini og tey avvarðandi, sigur borgarstjórin.

Annika Olsen sigur, at á eldrabústovnum eru nógv el-rikin hjálpitól og tekniskar bygningsskipanir, sum altíð skulu virka.

Tryggleiki í hásæti

- Tað er á ongan hátt trygt, um fólk ikki kunnu fáa ta hjálp, sum el-rikin hjálpitól geva teimum, og tað er á ongan hátt trygt, um starvsfólk skulu leita eftir óhjálpnum húsfólki í bølaniðu. Tryggleikin skal setast í hásætið, og kommunan hevur tí sett sær fyri, at hetta skal ikki henda aftur, sigur Annika Olsen, borgarstjóri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541