Umvæla Eirargarð fyri 25 mió. kr.

Umvæla Eirargarð fyri 25 mió. kr.
Bústaðirnir eru í so ringum standi, at fyri einum ári síðani vórðu tey, sum har búðu, flutt í bráðskundi
 
12.01.2017 - 08:01

Eirargarður í Havn skal dagførast fyri 25,5 mió. kr.

Landsstýriskvinnan í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, fer at biðja løgtingið um pengar til at umvæla Eirargarð 14 og 16, sum eru bústovnar hjá fólki, ið bera brek.

Bústaðirnir eru í so ringum standi, at fyri einum ári síðani vórðu tey, sum har búðu, flutt í bráðskundi, tí bæði soppur og leki vórðu staðfestir

Nógvir bygningar hjá Almannaverkinum í Suðurstreymi eru ikki í nóg góðum standi, vísir kanning, sum varð gjørd í mars 2015.

Ikki egnaðir til endamálið

Almannaverkið hevur 71 bygningar í øllum landinum. 24 teirra eru í ringum standi, og av teimum 24 eru 22 í Suðurstreymi. 

Nógvir bygningar eru als ikki egnaðir til endamálið, sigur Almannamálaráðið. 

Í summum bygningum er støðan so ring, at pláss standa tóm, hóast bíðilisti er.   

Ætlanin er fyrst at umvæla Eirargarð 14. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454