Løgmaður vil hitta íslendska forsætisráðharran

Løgmaður vil hitta íslendska forsætisráðharran
Aksel V. Johannesen takkar fyri hjálpina, sum sjálvboðin í Íslandi lata føroyingum eftir ódnirnar á jólum
 
13.01.2017 - 08:05

Aksel V. Johannesen, løgmaður, vil fegin hitta nýggja íslendska forsætisráðharran, Bjarna Benediktsson, í vár.

Í brævi til forsætisráðharran, har sum løgmaður ynskir Bjarna Benediktssoni hjartaliga til lukku við nýggja embætinum og góða eydnu við nýggju stjórnini, sigur Aksel V. Johannesen, at hann fer til Íslands flaggdagin 25.apríl.

Um tað liggur fyri, hevði tað glett meg at hitt teg á fundi, meðan eg eri í Íslandi, skrivar løgmaður í brævinum til Bjarna Benediktsson. 

Løgmaður takkar fyri hjálpina, sum sjálvboðin í Íslandi lata føroyingum eftir ódnirnar á jólum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334