- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ov nógvir misbrúktir málmøguleikar
Ov nógvir misbrúktir málmøguleikar
Trøini vaksa ikki heilt upp í himmalin, heldur ikki í hondbólti. Úrslitið var 20-19 móti Kýpros.

Føroyar má nú seta sítt álit á grikkar, at vinna tepurt á kýpriotum, soleiðis at okkara menn hava ein møguleika sunnudagin, sigur Hondbóltsfelagið.
14.01.2017 - 10:21
Tá føroyska A-landsliðið hjá handbóltsmonnunum tapti móti Kýpros í gjárkvøldi, var tað bara eitt mál á muni. Kýpros vann 20-19.
Orsøkin til føroyska ósigurin var ov nógvir misbrúktir málmøguleikar, siga tey, sum sóu dystin. Í hálvleikinum vóru Føroyar á odda 9-8.
Málskjúttar í gjár vóru: Hans Eli Sigurbjørnsson, 5, Rókur Akralíð 5, Nicklas Selvig 4, Julian Olsen 2, Allan Norðberg 1 og Tony Weyhe 1.
Í morgin kl. 16.00 spæla Føroyar móti Grikkalandi.
Grikkaland og Kýpros spæla í kvøld kl.18.00
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























