Katrin Kallsberg flest pengar til ráðgeving

Katrin Kallsberg flest pengar til ráðgeving
Katrin Kallsberg hevur brúkt góðar 28.000 krónur, meðan tað eru fleiri tingfólk, sum einki hava brúkt, skrivar in.fo
Katrin Kallsberg brúkar flest pengar til løgfrøðiliga ráðgeving
Mynd: Savn  
 
15.01.2017 - 09:52

Tingfólk kunnu brúka upp í 30.000 krónur til løgfrøðiliga ráðgeving í sambandi við lógaruppskot, umseting av lógarteksti og annað parlamentariskt arbeiði, sum at fara á skeið ella ráðstevnu.

Men tað er ógvuliga ymiskt, hvussu nógvar av teimum krónunum, tingfólkini hava brúkt. Tað vísa tøl, sum Miðlahúsið hava biðið um innlit í. 

In.fo skrivar, at Katrin Kallsberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur brúkt mest av teimum 30.000 krónunum. Hon hevur brúkt 28.283 krónur, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir hevur brúkt 28.016 krónur, men Jacob Vesterggard bara hevur brúkt 395 krónur.

Seks tingfólk hava ongar pengar brúkt.

Miðlahúsið hevur roknað út, at í meðal brúktu tingfólkini 10.400 krónur í part úr puljuni til løgfrøðiliga ráðgeving í 2016. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096