Tingarbeiðið byrjar aftur

Tingarbeiðið byrjar aftur
Eftir meiri enn tríggjar vikur í jóla- og nýggjársfrí, skal Løgtingið aftur til arbeiðis í morgin klokkan 11. Fýra mál standa á skrá til tingfundin
Fyrsti løgtingsfundurin eftir jóla- og nýggjársfrítíðina verður týsdagin klokkan 11. Fýra mál skulu viðgerast
 
16.01.2017 - 11:07

Fyrsta er frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, um broytingar í løgtingslógini um at umvæla og útbyggja Landssjúkrahúsið fyri 428 milliónir krónir frá 2017-2021.

Í broytingaruppskotinum er talan um at hækka játtanina vegna prísvøkstur, og um at leinga byggitíðina við einum ári. Tað ber eisini í sær 23 milliónir í meirkostnaði.

Málið verður beint í Fíggjarnevndina eftir viðgerðina í morgin.

Allar skúlabøkur gerast til ljóðbøkur

Annað málið á skrá á tingfundinum í morgin er uppskot til samtyktar frá Bjørn Kalsø, sambandstingmanni, um at allar skúlabøkur eisini skulu vera ljóðbøkur. Eftir fyrstu viðgerð í morgin verður málið beint í Mentanarnevndina.
 
Til seinast skulu landsstýrisfólk svara tveimum spurningum. Annar er frá Sonju Jógvansdóttir, sum spyr Henrik Old, um nullhugsjónina í ferðsluni. 

Hin er frá Annitu á Fríðriksmørk, ið spyr Kristinu Háfoss um fíggjarligu støðuna hjá fólki við lág- og miðalinntøkum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096