15 milliónir sparast

15 milliónir sparast
Kjallarin í nýggja H-bygninginum verður nógv minni enn upprunaliga ætlað, tí parkeringspláss og goymslurúm eru skarvað burtur úr byggiætlanini
Sparingar fyri 15 milliónir krónur eru gjørdar í H-bygninginum, sum skal byggjast við Landssjúkrahúsið í Havn
 
18.01.2017 - 20:36

Sparingar fyri 15 milliónir krónur eru gjørdar í H-bygninginum, sum skal byggjast við Landssjúkrahúsið í Havn.

Kjallarin verður nógv minni enn upprunaliga ætlað, tí parkeringspláss og goymslurúm eru skarvað burtur úr byggiætlanini. Sparingar fyri 15 milliónir krónur.

Fleiri tingfólk funnust at sparingunum, tá útbyggingin varð viðgjørd í Løgtinginum í týsdagin. Tí stórur tørvur er á fleiri parkeringsplássum, halda tey.

Upprunaliga var ætlanin, at kjallarin í nýggja H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum, skuldi hava 1.600 fermetrar stóran parkeringskjallara, 500 fermetrar stórt goymslurúm og 1.200 fermetrar stórt tøknirúm. 

Avgerðir tiknar fyri tveimum árum síðani

Men parkeringskjallarin og goymslurúmið eru spard burtur - til samans 1.100 fermetrar. Tað hevur við sær, at kjallarin nú bara fevnir um tøknirúmið. 

Landsverk, sum er byggharri í verkætlanini, vísir á, at sprongt er bert fyri goymslurúminum. Talan er tí ikki um at fylla nakað hol upp aftur, sum fleiri tingfólk annars vístu á.  

Bygginevndin tók avgerð um sparingarnar fyri tveimum árum síðani, tá tær síðstu tekningarnar av H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum vóru lidnar. 

Viðgjørt í Løgtinginum í gjár

Tá varð greitt, at skuldi byggiverkætlanin halda seg innanfyri teir fíggjarkarmar, Løgtingið hevði játtað, mátti okkurt sparast burtur. Avgjørt varð millum annað at taka part av kjallaranum burturúr verkætlanini. Ein sparing uppá 15 milliónir krónur.

Byggingin av H-bygninginum varð viðgjørd í Løgtinginum í gjár, tí neyðugt millum annad er at játta pengar til tvær isolasjónsstovur, sum ikki vóru partur av verandi verklagslóg, til longdu byggitíðina og til prísvøkstur. 

Men fleiri tingfólk nýttu eisini høvi at vísa á, at Løgtingid eisini eigur at vidgera spurningin um burtursparda kjallaran. 

Viðgerð kann taka ein mánað

Málið er nú farið í Fíggjarnevndina. Spurningurin er so um nevndin fer at skjóta upp, at játta pengar til at fáa parkeringskjallaran og goymslurúmini innaftur í verkætlanina. 

Í bygginevndini fyri útbyggingina sita umboð frá ymsum deildum á landssjúkrahúsinum, heilsumálaráðnum og Landsverki. 

Lógaruppskotið um at høvuðsumvæla, útbyggja og nútíðargera Landssjúkrahúsið liggur í Fíggjarnevndini, sum kann brúka ein mánað um at viðgera tað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
RagnarRokk 17.september 2026
212882
Hósdag 17. september
RagnarRokk: Brett Ditgen um A Heavy Quiet
212879
Hósdag 17. september
RagnarRokk: Roland Grapow um Metalmorphosis
212880
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232