Í dag verða fyrstu vitnini avhoyrd

Í dag verða fyrstu vitnini avhoyrd
Serfrøðingar og fakfólk verða eisini avhoyrd í málinum um kommunulæknan, sum er ákærdur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á 12 kvinnur
 
24.01.2017 - 12:58

Eins og í gjár byrjaði rættarfundurin í Føroya rætti í morgun klokkan níggju. Eins og í gjár er allur dagurin settur til málið. Og eins og í gjár byrjaði dagurin við, at ákærdi kommunulæknin varð avhoyrdur av ákæranum, Lindu Hesselberg. 

Umframt tey bæði var eisini verjin hjá ákærda, Bjørn á Heygum, í rættinum. Tað var verjin hjá teimum 12 kvinnunum eisini, hann eitur Christian Andreasen. 

Hvørki ákæri ella verjrar vilja gera viðmerkingar til málið.

Gongst sum ætlað verða fyrstu kvinnurnar eisini avhoyrdar í dag. Men tað eru ikki bara kvinnurnar, sum skulu avhoyrast.

Yvirlækni og kliniskur lektari

Ákærin hevur sent boð eftir yvirlækna og kliniskum lektara úr Danmark. Hesin skal millum annað greiða frá, hvussu ein undirlívskanning vanliga verður gjørd. Av øðrum fakfólki hevur ákærin eisini boðsent serlækna í gynækologi á Landssjúkrahúsinum í Havn og virkandi landslæknanum.

Dómarin, Louise Rask Havegård, hevur álagt endurgevingarforboð fyri alt rættarmálið.

Tá tær 12 kvinnurnar verða avhoyrdar, fer verji teirra at krevja, at tað verður fyri afturlatnum hurðum. Tað verður seinnapartin í dag. 

Endurgevingarforboð merkir, at fjølmiðlar og onnur kunnu vera hjástødd undir málinum - tey hava tó ikki loyva at endurgeva tað, ið verður sagt.

Verða dyrnar latnar aftur, merkir tað, at eingin uttan dómari, ákæri, ákærdi, verjar og tey, sum skulu avhoyrast, kunnu vera hjástødd. 

Út um læknaheimildina

Kommunulæknin er ákærdur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á hesar kvinnurnar. Í øllum førunum er hann ákærdur fyri at vera farin út um sínar heimildir sum lækni og fyri blygdanarskemd.

Í einum føri er kommunulæknin ákærdur fyri at hava tvingað eina kvinnu til aðra kynsliga samveru enn samlegu. Kommunulæknin noktar seg sekan í øllum ákærum.

Tilsamans níggju dagar eru settir av til rættarmálið. Dómurin verður væntandi sagdur um miðjan februar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609