Fullveldissamráðingar skulu almannakunngerast

Fullveldissamráðingar skulu almannakunngerast
Sambandsflokkurin krevur, at løgmaður kunnger øll skjøl í fullveldissamráðingunum við donsku stjórnina
Bárður Nielsen og hinir í Sambandsflokkinum hava sett løgmanni fyrispurning um fullveldissamráðingarnar
 
25.01.2017 - 15:27

Sambandsflokkurin vil nú hava at vita frá Akseli V. Johannesen, nær hann fer at almannakunngera øll skjøl í sambandi við fullveldissamráðingarnar millum landsstýrið og donsku stjórnina í 2000.

Flokkurin vísir á, at nógvar trúnaðarupplýsingar um samráðingarnar eru liknar út í bókini Tá Føroyar skuldu loysa, sum kom út í fjør.

Sambandsflokkurin spyr eisini løgmann, um hann kann vátta, at fólk í og kring fullveldislandsstýrið lótu trúnaðarupplýsingar leka út til fjølmilar í sambandi við samráðingarnar, og hvørji stig hann fer at taka mótvegis hesum persónum.

Og Sambandsflokkurin vil haraftrat hava at vita, hvørji stig løgmaður ætlar at taka, eftir at fyrrverandi embætismaður og spinndoktari hjá fullveldislandsstýrinum í bókini Tá Føroyar skuldu loysa sannlíkt hevur brotið tagnarskylduna við at almannakunngera upplýsingar um fullveldissamráðingarnar, sum øll landsstýri síðani 2000 hava sagt vera trúnaðarupplýsingar.

Alt eigur at verða leysgivið

Sambandsflokkurin sigur í viðmerkingunum til fyrispurningin, at nú trúnaðarupplýsingar eru liknar út í bók, eiga øll skjøl í sambandi við samráðingarnar í 2000 at verða leysgivin. Og løgmaður eigur sum skjótast at staðfesta ábyrgd hjá politikarum ella embætisfólkum og øðrum, ið møguliga hava likið. 

Eisini eigur løgmaður at taka løgfrøðilig stig móti hesum persónum.

Sambandsflokkurin sigur, at lekin í bókini Tá Føroyar skuldu loysa má metast sum brot á tagnarskylduna.

Spurningurin til løgmann er settur eftir grein 52 í tingskipanini, og hann skal svarast skrivliga innan 10 yrkadagar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858