Øll nevndin skiftast

Øll nevndin skiftast
Væntandi verður øll nevndin í SEV skift á eykaaðalfundinum fríggjadagin 24. februar
Nevndin í SEV skal veljast av nýggjum eftir kommunuval. Kommunuval var í november
 
16.02.2017 - 15:49

Jákup Suni Lauritsen, formaður í nevndini, sigur, at hann hevur skilt, at øll sjey økini, sum eru umboðað í nevndini í SEV, fara at skjóta nýggjar nevndarlimir upp á eykaðalfundinum.

Nevndin í SEV skal veljast av nýggjum eftir kommunuval. Kommunuval var í november. Sjey limir eru í nevndini, sum umboða Norðoyggjar, Norðstreym, Suðurstreym, Eysturoynna, Vágar, Sandoynna og Suðuroynna.

Nevndin skipar seg sjálv. Fyri fýra árum síðani vórðu tríggir nýggir nevndarlimir valdir, men fyri átta árum síðani varð øll nevndin skift.

Gjørt lánsavtalu fyri 1,6 mia.

SEV hevur gjørt avtalu við bæði útlendskar og føroyskar fíggingarstovnar um at læna til samans 1,6 milliardir krónur.

Ein milliard verður lænt úr amerikanskum fíggingarstovnum, og 600 milliónir verða læntar úr Svenska Enskildabankanum og føroyskum fíggingarstovnum, upplýsir Jákup Suni Lauritsen.

800 milliónir krónur verða nýttar endurfígging, og restin verður nýtt til at fíggja íløgur, millum annað at útbyggja motorverkið á Sundi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360