Góðar vónir til Etiska ráðið

Góðar vónir til Etiska ráðið
Etiska ráðið, ið er lagt fyri Løgtingið, fer at lyfta støðið, tá ið kjakast verður um etiskar spurningar í Føroyum, heldur landsstýriskvinnan
 
01.03.2017 - 12:24

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum. Hon vísir aftur, at talan er um eina nevnd, sum verður vald politiskt - tvørturímóti er tað eitt krav, at nevndin er óheft, faklig og fjøltáttað.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, væntar eitt betri grundað kjak um etiskar spurningar, tá ið Etiska ráðið kemur at virka.

Ráðið skal styrkja kjak og vitan um etiskar spurningar, ið knýta seg til heilsufakliga virksemi, serliga á tí lív- og ílegutøkniliga økinum (bio- og genteknologi). Ráðið skal eisini gera myndugleikar og borgarar betri før fyri at taka støðu í etiskum spurningum.

SÍ EISINI Óttast ráðið verður politiskt

Frí fosturtøka og aktiv deyðshjálp kunnu vera dømi um viðkvæmar etiskar spurningar, sum Etiska ráðið kann viðgera. Spurningurin er so, hvussu politiska skipanin skal brúka niðurstøður og ráð frá Etiska ráðnum í slíkum málum.

Tað er politiska skipanin, sum velur Etiska ráðið, ið til samans telur níggju limir. Landsstýrismaðurin í heilsumálum tilnevnir formannin í ráðnum og ein nevndarlim.

Harafturat velur landsstýrismaðurin í heilsumálum tríggjar limir eftir tilmæli frá landsstýrismanninum í ávikavist almannamálum, vinnumálum og kirkjumálum, ein lim eftir tilmæli frá kommunufelagnum og tríggjar limir eftir tilmæli frá politisku flokkunum á tingi.

SÍ EISINI Føroyar fáa nú etiskt ráð

Vísindasiðsemisnevndin setti í sínum hoyringarsvari spurnartekn við, um Etiska ráðið verður politiskt sett, tí landsstýrismenninir, sum seta ráðið, jú umboða politisku flokkarnar, sum sita við valdið.

Felagið føroyskir sálarfrøðingar heldur tað somuleiðis verða óheppið, at politisku flokkarnir á tingi skulu velja limir í ráðið, tí tá verður ivamál um, hvørt ráðið er óheft.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, leggur tó áherðslu á, at ráðið verður óheft og fakligt - og ikki politiskt litað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096