Danir taka undir við lógarbroyting

Danir taka undir við lógarbroyting
Fólkatingið tekur undir við, at føroyska rættargangslógin verður broytt, so samkynd, sum verða gift í Føroyum, eisini kunnu verða skild her
Neyðugt er at broyta rættargangslógina fyri Føroyar, so samkynd, ið verða gift í Føroyum, eisini kunnu verða skild her. Fólkatingið tekur undir við at broyta rættargangslógina
 
02.03.2017 - 10:27

Uppskotið hevði fyrstu viðgerð í Fólkatinginum týsdagin. Onnur viðgerð verður í apríl. Neyðugt er at broyta rættargangslógina fyri Føroyar.

Tað skal gerast fyri at tryggja, at samkynd, sum eru gift í Føroyum, men flyta í eitt land, har sum samkynt hjúnaband ikki er loyvt, skulu kunna verða skild í Føroyum.

SÍ EISINI Hjúnabandslógin til hoyringar í Føroyum

Um samkynd, sum eru gift í Føroyum, flyta í eitt land, sum ikki góðtekur samkynt hjúnaband, vilja skiljast, ber tað ikki til í landinum, tey búgva í, tí har er samkynt hjúnaband ikki til í nakrari lóggávu um hjúnaskilnað.

Við lógarbroytingini, sum nú er á veg í Føroyum, skulu tey kunna fara aftur til Føroya og fáa Føroya rætt at skilja seg. Løgtingið samtykti broytingina í rættargangslógini 29. apríl í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328