Mál um grundstykki endar nú sum kæra

Mál um grundstykki endar nú sum kæra
Tað er fallið minnilutanum í býráðnum í Tórshavnar kommunu fyri bróstið, at nøkur grundstykki í Kollafirði verða seld fyri 250.000 krónur
Minnilutin í býráðnum í Tórshavnar kommunu fer at kæra meirilutan til Innlendismálaráðið, tí meirilutin hóskvøldið samtykti at selja nøkur grundstykki í Kollafirði fyri 250.000 krónur
 
06.03.2017 - 09:18

Minnilutin í býráðnum í Tórshavnar kommunu fer at kæra meirilutan til Innlendismálaráðið, tí meirilutin hóskvøldið samtykti at selja grundstykkini á Hamrabøi í Kollafirði fyri 250.000 krónur.

Tað er undirprísur, sigur minnilutin, tí grundstykki aðra staðni í kommununi, til dømis í Havn, kosta tað dupulta. Hetta er at gera mun á fólki í kommununi, sigur minnilutin. Uppskotið hjá minnilutanum um selja stykkini í Kollafirði fyri kostprís fall.

Minnilutin: Samtyktin er ólóglig

Sambært Anniku Olsen, borgarstjóra, høvdu grundstykkini á Hamrabøi kostað 600.000 krónur, vórðu tey seld fyri kostprís. Og so sleppur kommunan ikki av við tey, sigur hon.

Annika Olsen sigur, at býráðið hevur tosað við Kommunala eftirlitið í Innlendismálaráðum um málið. Sambært tí er í lagi at selja grundstykkini fyri minni enn tey kosta kommununi at útvega og gera byggibúgvin.   

Tá meirilutin hevði samtykt sítt egna uppskot hóskvøldið, boðaði minnilutin, Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin, frá, at hann fer at kæra samtyktina, tí hon - sambært minnilutanum - er ólóglig.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360