Føroyingur skal tryggja framgongd

Føroyingur skal tryggja framgongd
Ein føroyingur er valdur til nevndarformann í almenna, grønlendska partafelagnum, ið eigur og rekur tríggjar floghavnir í Grønlandi
Tað verður føroyski Johannus Egholm Hansen, ið skal standa á odda fyri trimum flogvøllum í Grønlandi
 
07.03.2017 - 09:03

Tað verður ein føroyingur, ið skal standa á odda fyri flogvøllunum í Grønlandi. Føroyski advokaturin, Johannus Egholm Hansen, er valdur til nevndarformann fyri Kalaallit Airports.

Felagið er eitt alment partafelag, sum hevur til uppgávu at byggja, eiga og reka floghavnirnar í Nuuk, Illulisat og Qaqortoq. Johannus Egholm Hansen tekur við formanssessinum eftir Aviaja Lybert Lennert, sum var virkandi forkvinna og sum nú er næstforkvinna í nevndini.

Grønlendska kringvarpið sigur, at tað eru serliga royndirnar hjá Johannes Egholm Hansen í Vága Floghavn og útbyggingunum har, sum gera hann skikkaðan at gerast nevndarformaður í Kalaallit Airports. Hann var næstformaður í nevndini fyri Vága Floghavn frá 2009 til 2014.

Johannes Egholm Hansen er tó ikki einsamallur føroyingur í nevndini fyri grønlendsku floghavnirnar. Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn, er eisini nevndarlimur í Kalaallit Airports. Tíðina frá juli til desember í fjør var hann eisini virkandi stjóri í felagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328