Grundlógaravhoyring um harðskap

Grundlógaravhoyring um harðskap
Fleiri mans fóru tíðliga í morgun til hendurs á einum skeinkistaði á Skálafjørðinum
Mynd: Savnsmynd  
 
12.03.2017 - 10:19

Ein útlendingur sum býr og arbeiðir í Føroyum, skal seinnapartin í grundlógaravhoyring fyri harðskap.

Tað var um fimm tíðina í morgun, at løgreglan fekk boð um, at fleiri mans vóru farnir til hendurs á einum skeinkistað á Skálafjørðinum.

Tveir løgreglubilar fóru á staðið, og gjørdu síðani av at senda tríggjar mans á Klaksvíkar sjúkrahús, tí teir høvdu fingið løstir.

Innlagdur við heilaskjálvta

Ein av monnunum varð innlagdur við heilaskjálvta, meðan hinir báðir sluppu til hús aftur eftir viðgerðina.

Maðurin, sum framdi harðskapin, varð tikin og situr í Klaksvík, meðan hann kemur fyri seg.

Tá hann er nóg væl fyri, skal hann í grundlógaravhoyring um harðskap, upplýsir politiið.

Eisini í Vági fóru tveir mans til hendurs í einum húsum um midnáttarleitið í gjárkvøldið. Politiið varð boðsent, men tá løgreglan kom á staðið, vóru menninir kølnaðir, so meir verður ikki gjørt við ta hendingina.

Í nátt komu fleiri mans eisini til ilnar á einum skeinkistaði í Havn. Tveir løgreglubilar fóru á staðið, og tað gekk skjótt, so kølnaðu menninir aftur. Onkur klæðir vóru skrødd, men annars stóðst eingin skaði av hendingini og einki mál spyrst burturúr hendingini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558