Gott ár hjá TF Holding

Gott ár hjá TF Holding
Úrslitið hjá TF Holding gjørdist í fjør 197 milliónir krónur í avlopi eftir skatt og 231 milliónir fyri skatt
2016 royndist væl hjá TF Holding, so væl, at úrslitið gjørdist 197 mió. kr. í avlopi eftir skatt og 231 milliónir fyri skatt
 
14.03.2017 - 11:36

Í TF Holding eru Eik banki, Tryggingarfelagið Føroyar, Betri pensjón, INNI og nøkur ognarfeløg og íløgufeløg. Eik banki gav nógv mest í fjør, 167 milliónir eftir skatt, sum eru nógv meira enn væntað. 

Orsøkin er í høvuðsheitum munandi betri kursjavningar og minni niðurskrivingar enn mett. Harafturat hevur góða gongdin hjá leysliga atknýttum felag havt við sær eina munandi hægri virðismeting enn áður. 

Avlopið 40 mió. eftir skatt

Tryggingarfelagið Føroyar hevði knappar 40 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í 2016. Saman við endurtryggingarvirkseminum gav skaðatryggingarvirksemið hjá samtakinum tó eitt hall upp á 24 milliónir krónur eftir skatt. Orsøkin er serliga ringu ódnirnar, sum vóru um jólini. 

Pensjóns- og lívstryggingarvirksemið hjá samtakinum høvdu seks milliónir krónur í avlopi eftir skatt. Annað virksemið hjá TF Holding gav 48 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í fjør.

Hetta var nógv minni enn í 2015, tá avlopið var 153 milliónir krónur. Eginpeningurin hjá TF Holding er 2,8 milliardir krónur. Solvensurin er 40,7 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. januar
Nýggjár á Gentuvesinum 2025
202924
Mánadag 19. januar
Við Tórði á stytstadagstúri
202923
Mánadag 19. januar
EM-tíðindi 19. januar 2026
202904
Mánadag 19. januar
Morgunlestur mánadagur 19.januar 2026
202875
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797