23 ára gamal dømdur fyri smugling

23 ára gamal dømdur fyri smugling
Ein maður er í morgun dømdur fongsulsrevsing í meira enn eitt ár fyri at hava roynt at smugla útivið 10 kilo av hassji til Føroya
Ein 23 ára gamal maður er í Føroya rætti í dag dømdur eitt ár og fimm mánaðir fyri at hava smuglað hasj til Føroya
 
15.03.2017 - 12:31

Ein 23 ára gamal maður er í Føroya rætti í dag dømdur eitt ár og fimm mánaðir fyri at hava smuglað hasj til Føroya. Maðurin varð handtikin í Vága floghavn 12. februar.

Hann var skuldsettur fyri at hava ætlað at víðariselja hasjið, og fyri í samstarvi við onnur í Føroyum og í Danmark at hava roynt at smugla inn 9,857 kilo av hasi í kufferti sínum við flogfari úr Danmark til Føroya. 

Tað vóru tollarar í Føroyum, sum varnaðust hassjið. Ákæruvaldið kravdi fongsulsrevsing.  Maðurin hevur sitið í varðhaldi síðani hann varð handtikin, fyrstu 14 dagarnar sat hann avbyrgdur.

Vil ikki siga, hvussu hann fekk hassjið

Maðurin játtaði seg sekan. Hann er ikki dømdur fyrr í málum av hesum slag. Men hann vildi ikki greiða frá, hvussu hann fekk hassjið, og hvussu hassjið skuldi býtast í Føroyum.

Stóra nøgdin av hassji og frágreiðingin hjá honum um, at hann ongar pengar eigur, og at hann ikki vil siga, hvussu hann fekk hendur á hasjinum, gevur, sambært dóminum, ábending um, at maðurin var ikki einsamallur um hetta.

Talan er um stóra nøgd, umleið 10 kilo. Maðurin er tí dømdur eitt ár og fimm mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing. Maðurin skal eisini rinda sakarmálskostnaðin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776