Samtykkja nú peningin

Samtykkja nú peningin
Løgtingið fer í dag at samtykkja at brúka 652,6 milliónir krónur til at høvuðsumvæla, útbyggja og nútíðargera Landssjúkrahúsið
 
28.03.2017 - 09:23

Talan er um gamla verkætlan, sum røkkur heilt aftur til 2009. Tí eru 205 milliónir krónur longu brúktar. Lógaruppskotið, Sirið Stenberg bar í tingið fyri jól, tekur samanum tær útbyggingarætlanir fyri Landssjúkrahúsið, ið Løgtingð hevur samtykt síðstu árini.

Landsstýriskvinnan bað Løgtingið um loyvi at brúka 427 milliónir krónur til at útbyggja Landssjúkrahúsið, árini frá 2017 til 2021.

Nýggi bygningurin, nevndur H-bygningurin, skal hýsa nýggjum psykiatriskum depli, nýggjari medisinskari seingjadeild við einastovum, nýggjari føði- og barsilsdeild, nýggjari rehabiliteringseind og nýggjum køki.

Gera tvær isolasjónsstovur

Í nýggja bygninginum vera eisini tvær há-isolasjónsstovur. Tað eru sjúkra- og viðgerðarstovur, sum tekniskt eru serliga væl frábyrgdar, og tí eru egnaðar til viðgerð av serliga smittandi sjúkum.

Undir viðgerðini kom fram, at í verandi verkætlan er bara hálvur kjallari undir nýggja H-bygninginum. Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum fekk at vita, at tað fer at kosta 18 milliónir krónur afturat at grava út fyri fullum kjallara og at fáa hendan stoyptan. 

Teir pengarnar vil Fíggjarnevndin játta omaná, tí við fullum kjallara kann goymslan á Landssjúkrahúsinum húsast har. Eisini vil Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum seta 1,2 millión krónur av til at gera í stand venjingarhylin, sum er í niðastu hædd í A-bygninginum. 

Byggjaríið seinkað trý ár

Í upprunauppskotinum bað landsstýriskvinnan Løgtingið um at brúka góðar 427 milliónir krónur afturat teimum 205 milliónunum, sum longu eru brúktar. Til samans 633 milliónir krónur. 

Men við broytingunum hjá Fíggjarnevndini kemur samlaði kostnaðurin at byggja út Landssjúkrahúsið upp á 652,6 milliónir krónur.

Upprunaliga skuldi útbyggingin av Landssjúkrahúsinum vera liðug í 2018, men seinni varð byggitíðin longd við trimum árum, og tí verður nýggi H-bygningurin ikki tikin í nýtslu fyrr enn í 2021.

Samt Løgting tók undir við uppskotinum hjá Sirið Stenberg, tá tað var til 2. viðgerð fríggjadagin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. januar
Morgunlestur leygardagur 4. januar 2025
185357
Fríggjadag 3. januar
Vikuskiftið 3 januar 2025
185846
Fríggjadag 3. januar
Morgunlestur fríggjadagur 3. januar 2025
185356
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737
Mikudag 1. januar
Andakt við Gerhardi Jónsson Mikkelsen
185736
Týsdag 31. desember
Nýggjár 2024
185722