Fólkatalið søguliga stórt: Nú eru vit 50.000 fólk

Fólkatalið søguliga stórt: Nú eru vit 50.000 fólk
Tað er tó ikki so lætt at finna út av, hvør føroyingur bleiv nummar 50.000 í skrásetingini
 
06.04.2017 - 09:55

Fólkatalið í Føroyum er nú farið upp um 50.000. Tað skrivar Hagstovan á heimasíðuni. Hagstovan sigur, at skrásettta fyribils fólkatalið tann 1. apríl er 50.030 fólk.

Vanlig mannagongd hjá Hagstovuni er at kunngera fókatalið ein mánað afturút, tí fleiri fráboðanir til landsfólkaskránna ofta eru seinkaðar bæði ein og tveir mánaðir.

Tað ger, at feskasta fyribilstalið, sum 1. apríl er 50.030. Men tað verður neyvan heilt tað sama við næstu uppgerð, sigur Hagstovan.

SÍ EISINI Nærkast søguligum fólkatali

Orsøkin til at Hagstovan kortini kunnger fyribilstalið fyri 1. apríl hóast óvissuna er, at tað er so mikið oman fyri 50.000, at tað neyvan fer niðurum til næstu uppgerð um ein mánað.

Til ber tó ikki at siga, hvussu nógv fer burtur av 1. apríl-talinum. Hagstovan sigur, at tað er trupult at siga, júst hvør tað var, ið bleiv føroyingur nummar 50.000. Tað gongur nakað av tíð, áðrenn allar skrásetingarnar eru komnar upp á pláss.

Hetta ger, at uppgjørda fólkatalið ikki er heilt eftirfarandi fyrr enn ein tíð er fráliðin. Tað merkir eisini, at fleiri kunna gerast nummar 50.000, alt eftir nær ið hugt verður eftir skrásetingunum, sigur Hagstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751