425 milliónir í vinningsbýti

425 milliónir í vinningsbýti
Nevndin í Bakkafrosti skjýtur upp, at 8,70 krónur verða goldnar í vinningsbýti fyri hvørt partabrævið
 
07.04.2017 - 08:30

Á aðalfundinum hjá Bakkafrosti í nýggju hølunum á Glyvrum seinnapartin í dag fer nevndin í felagnum at skjóta upp, at 8 krónur og 70 oyru verða goldin í vinningsbýti fyri hvørt partabrævið.

Hetta gevur 425 milliónir krónur í vinningsbýti av úrslitinum í 2016. Og tað úrslitið var gott. Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrosti í fjør var ein milliard og 165 milliónir krónur. Hetta er met hjá fyritøkuni.

Tveir nevndarlimir og nevndarformaðurin standa fyri vali í dag. Valnevndin skjýtur upp at velja øll trý aftur fyri tvey ár, Anniku Frederiksberg og Øystein Sandvik sum nevndarlimir og Rúna M. Hansen sum formann.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221