11 ára gomul genta doyði í Stokkhólmi

11 ára gomul genta doyði í Stokkhólmi
Hini trý, sum doyðu, tá ein lastbilur koyrdi inn í eina mannamúgvu, eru ikki eyðmerkt enn.
 
09.04.2017 - 10:45

Ein 11 ára gomul genta doyði, tá ein lastbilur koyrdi inn í eina mannamúgvu í Stokkhólmi fríggjadagin.

Hinir trý, sum doyðu, eru ikki eyðmerkt enn.

Gentan var á veg heim úr skúla, tá lastbilurin koyrdi hana niður, váttar løgreglan fyri svenskum miðlum.

Løgreglan fer at kunngera nøvnini hjá teimum fýra, sum lótu lív, tá tey avvaraðandi eru kunnað.

Níggju fólk fingu álvarsamar løstir og eru innløgd á sjúkrahúsi.

Maðurin úr Usbekistan

Tað verður hildið, at maðurin, sum koyrdi lastbilin, var úr Usbekistan. Hann er 39 ár.

Svenska løgreglan hevði samband við hann í fjør, men tá var ikki mett, at hann var so víðgongdur, at hann kundi fremja yvirgang.

Seks onnur eru avhoyrd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. november
Aggrasoppar og RIVA, Nústalgia
217051
Hósdag 26. november
Eitt korter við jazzi 26. november 2026
217044
Hósdag 26. november
Breddin: Nýskipanarnevnd í andróðri
217028
Mikudag 25. november
Skratsj 25. novembur 2026
216994
Mikudag 25. november
90'árini undir lupp (4:4)
216991
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. november
Veðrið
217056
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915