Ultimatum er einki komið

Ultimatum er einki komið
Løgmaður átók sær í gjár at finna eitt semjugrundarlag og kom aftur við einum uppleggi um, hvat flokkarnir standa, sigur Poul Michelsen.
Mynd: Savnsmynd  
 
21.04.2017 - 10:16

- Eg kenni onki til nakað ultimatum ella nýtt uppskot frá samgongutinglimum um fiskivinnunýskipanina.

Tað sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn.

Røringur kom í gjárkvøldið í, tá tað ljóðaði, at Javnaðarflokkurin skuldi vera komin við nýggjum uppskoti ella skrivi í gjár.

Men formaðurin í Framsókn sigur seg ikki kenna til nakað uppskot ella ultimatum frá Javnaðarflokkinum.

- Semja fekst ikki hósmorgunin, og tá formenninir í samgonguflokkunum hittust aftur hósdagin, átók løgmaður sær at finna eitt semjugrundarlag - eisini í sínum egna flokki. Síðani koma løgmaður aftur við einum uppskoti um, hvar semjan kundi vera, og í Framsókn sóu vit møguleikar fyri at halda fram, men nakað skriv frá Javnaðarflokkinum hava vit ikki fingið, annað enn uppleggið frá løgmanni um, hvar flokkarnir standa, sigur Poul Michelsen í samrøðu við Útvarpið.

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, sigur seg heldur ikki kenna til nakað nýtt uppskot frá Javnaðarflokkinum ella nakað ultimatum, men sigur at samskiftið hevur verið millum floksformenninar í samgonguni um ymiskar loysnir.

Løgmaður er farin av landinum í morgun.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203