Átala: Hvalbiar kommuna nýtti eitt ár at svara

Átala: Hvalbiar kommuna nýtti eitt ár at svara
Hvalbiar kommuna fær álvarsliga átalu frá løgtingsins umboðsmanni, tí tað tók kommununi eitt ár at avgreiða eina innlitsumbøn.
 
26.04.2017 - 16:28

Tað eigur ikki at taka longur enn nakrir dagar; men so varð ikki í Hvalba.

Hvalbiar kommuna fær álvarsliga átalu frá løgtingsins umboðsmanni, tí tað tók kommununi eitt ár at avgreiða eina innlitsumbøn.

Tá klagarin bað um innlit, boðaði kommunan beinanvegin frá, at innlitsáheitanin fór at verða avgreidd eftir jólafrítíðina góðar tvær vikur seinni. Men kortini tók tað kommununi eitt ár at avgreiða málið.

Umfatandi arbeiði ongin umbering

Kommunan hevur greitt umboðsmanninum frá, at viðgerðartíðin gjørdist so drúgv, tí kommunan hevði ikki øll skjølini í málinum til taks, millum annað, tí at biðið varð um innlit í sáttmálar, sum ikki vóru gjørdir um hetta mundið, umframt at kommunan helt innlitsáheitanina vera so umfatandi. 

Men løgtingsins umboðsmaður heldur ikki, at talan er um umfatandi innlitsumbøn.

Í niðurstøðu síni sigur løgtingsins umboðsmaður, at vavið á skjølunum ella umstøðurnar í málinum ikki á nakran hátt kunnu umbera, at tað tekur eitt heilt ár at avgreiða umbønina. Hon gevur tí Hvalbiar kommunu álvarsliga átalu fyri at lata innlitsáheitanina liggja óavgreidda meginpartin av einum ári.

Umboðsmaðurin metir talan verða um so álvarslig brek við viðgerðini hjá Hvalbiar kommunu,at hon eisini sendir álitið hjá sær til formansskapinum í Løgtinginum, til løgmann og landsstýrismanninum í Heilsu- og innlendismálum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360