Noreg hartar Føroyar

Noreg hartar Føroyar
Tá Føroyar av sínum eintingum hækka sína sildakvotu, ger Noreg tað eisini
 
01.05.2017 - 08:11

Norska sildakvotan í ár er 67 prosent av heildarkvotuni. Hon var 61 prosent í fjør. Norska kvotan er hækkað, tí Føroyar hava hækkað sína kvotu.  

Jonny Berfjord í reiðarafelagnum Fiskebåt sigur við Fiskeribladet, at Føroyar tvífaldaðu sína kvotu í fjør.  

Funnist verður at ábyrgdarloysinum hjá Føroyum og Íslandi. Men einasti mátin er at svara teimum aftur við at hækka norsku kvotuna.

Norski parturin minkaður sjey prosentstig

Sambært gamla býtinum, sum er frá 2007, eigur Noreg 61 prosent av heildarkvotuni. Men tá Føroyar hækkaðu sína kvotu, fór norski parturin í veruleikanum niður í 54 prosent.    

Berfjord sigur, at bara Noreg og ES hava sýnt ábyrgd viðvíkjandi norðhavssildini. Hann sigur, at Føroyar hækka kvotuna fyri at fáa pengar í landskassan.

Tá Føroyar í ár, fimta árið á rað, hækkaðu sína kvotu, avgjørdi norski fiskimálaráðharrin eisini at hækka norsku kvotuna. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221