Mótmæla oljuleiting

Mótmæla oljuleiting
Nakrir felagsskapir og einstaklingar eru ikki so fegnir um oljuleiting á føroyskum sjóøki
 
10.05.2017 - 08:02

Norðurlandahúsið eigur ikki at hýsa fimtu ráðstevnuni um oljuleiting í Føroyum, sum verður um eina viku. Tað siga nakrir felagsskapir og einstaklingar í áheitan á Norðurlandahúsið og Norðurlendska ráðharraráðið.

Á ráðstevnuni í næstu viku byrjar fjórða útbjóðingarumfarið hjá Føroyum, sum Løgtingið einmælt samtykti mánadagin. 

Orsøkin til áheitanina er tann, at olja elvir til veðurlagsbroytingar og upphiting. Fjórða oljuútbjóðingarumfarið er í andsøgn við Paris-sáttmálan. 

SÍ EISINI Leitiloyvi longd

Tað setir lívsgrundarlagið í Føroyum í váða við stuttskygdum løtuvinningi, sum hevur við sær óvissa framtíð við ógvisligum veðurlagi.

Tað siga Ringrás, 350.org, Føroya náttúru- og umhvørvisfelag, Unga Tjóðveldi, Lau Øfjord Blaxekjær, útbúgvingarleiðari á West Nordic Studies á Fróðskaparsetrinum og Jens-Kjeld Jensen í brævi til Norðurlandahúsið og Norðurlendska ráðharraráðið.

Paris-sáttmálin, sum eisini Føroyar hava góðkent, hevur sum mál at fyribyrgja verstu avleiðingarnar av veðurlagsbroytingum við at avmarka alheimsupphitingina.

SÍ EISINI Oljufeløg vilja hava lagaligari treytir

Samstundis hevur Unga Tjóðveldi undir yvirskriftini "Tá grøni flokkurin misti litin" mint Tjóðveldi á samgonguskjalið.

Har stendur, at umhvørvis- og náttúruvernd skulu uppraðfestast, og ferð skal av álvara setast á at leggja orkunýtsluna um, so Føroyar gerast sjálvveitandi við grønari orku.

Fjórða úbjóðingarumfarið hjá Føroyum er eitt tað ógvisligasta brotið á Paris-sáttmálan, sigur Unga Tjóðveldi, sum heitir staðiliga á Tjóðveldi og samgonguna um alt fyri eitt at steðga allar ætlanir um oljuleiting við Føroyar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083