Íslendski forsetin vitjar

Íslendski forsetin vitjar
Íslendski forsetin, Guðni Jóhannesson, fer millum annað at halda fyrilestur fyri lesandi á Setrinum, hesar fýra dagarnar, hann vitjar
 
15.05.2017 - 10:56

Seinnapartin í dag kemur íslendski forsetin til Føroya á almenna vitjan. Í morgin klokkan 10 fer íslendski forsetin at halda almennan fyrilestur á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum við heitinum "Stríðið um fiskigrunnarnar. Ymiskir vegir til felags mál." 

Guðni Jóhannesson er søgufrøðingur og hevur serliga granskað nýggjaru søgu Íslands. Hann hevur millum annað skrivað um toskakríggini, fíggjarkreppuna 2008-2011 og um íslendska forsetaembætið.

Hann hevur lisið á fleiri lærdum háskúlum í Onglandi og á Háskóla Íslands. Hann vardi í 2003 ph.d.-heiti á Queen Mary University of London. Hann hevur starvast á Háskúla Íslands, Bifröst University og University of London. 

Fyrilesturin verður hildin í sambandi við almennu vitjanina hjá íslendsku forsetahjúnunum, Guðni Jóhannesson og Elizu Jean Reid, sum byrjar í dag og varðar til fríggjdagin 19. mai.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179