Óvist um Føroyar eru raktar

Óvist um Føroyar eru raktar
Avleiðingarnar av telduálopinum dýra biðidag síggjast nú í Danmark, nú fólk koma til arbeiðis eftir eitt drúgvt vikuskifti
 
15.05.2017 - 13:19

Í minsta lagi 300 teldur í Danmark eru raktar higartil, og nýggjar útgávur av skaðiliga forritinum WannaCry síggjast eisini, skrivar dr.dk

Michael Thomsen, KT-stjóri í Føroya Tele, segði leygardagin við útvarpið, at ein orsøk til, at Danmark og Føroyar ikki vórðu so hart rakt fríggjadagin var, at fólk høvdu frí dýra biðidag.

SÍ EISINI Góð ráð: Dagførið Microsoft-stýriskipanina

Michael Thomsen heitti á fólk um at dagføra Microsoft-forritini á telduni, tá fólk komu aftur til arbeiðis í dag. 

Leygardagin vóru eini 100 teldur í Danmark smittaðar - og tað broyttist ikki nógv sunnudagin. Ikki fyrr enn í dag, tá fólk koma til arbeiðis spjaðist virusin aftur. 

Óvist um Føroyar eru raktar

Michal Thomsen hevur ikki hoyrt um nakað álop í Føroyum í dag, men tað er heldur ikki vist, at fólk boðað frá tí, um tey vera rakt, sigur hann.

Endamálið hjá teimum, sum hava framt telduálopið, er at leggja trýst á fólk um at gjalda millum 300 og 600 dollarar í talgilda gjaldoyranum Bitcoin, sum kann nýtast uttanum bankaskipanina.

Michael Thomsen mælir fólki til ikki at gjalda, tí jú størri vinningurin er, jú betur loysir tað seg at skipa tílík álop.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 11. mai
Status eftir 9. umfør
208190
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158