Kommunustýrislógin kanska broytast

Kommunustýrislógin kanska broytast
Innlendismálaráðið, ella Kommunala eftirlitið, skal eisini hava møguleika at seta tiltøk í verk móti kommunalum samstørvum
 
16.05.2017 - 16:31

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur biðið Løgtingið broyta kommunustýrislógina. Uppskotið um lógarbroytingina kemur eftir, at Løgtingsins umboðsmaður og Innlendismálaráðið funnust hvassliga at stýrinum fyri Økistænastuna í Sandoyar sýslu, tá tað setti leiðara í 2015. 

Hóast Innlendismálaráðið fanst at stýrinum, fekk tað einki gjørt, tí lógin hevur sum er onga heimild til at fara eftir kommununalum samstørvum, bara eftir einstøkum kommunum.

Innlendismálaráðið kann sambært lógaruppskotinum ógilda avgerðina hjá einum kommununalum samstarvi, fyrbils taka avgerðina av, áleggja kommunustýrislimum tvingsilssektir og saksøkja eftir endurgjaldi, um Innlendismálaráðið ikki góðtekur eina avgerð hjá kommunalum samstarvi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. mars
Eitt korter við kórtónleiki 10. mars 2026
205581
Fríggjadag 13. mars
Andglettur
205568
Fríggjadag 13. mars
Góðan morgun Føroyar
205563
Fríggjadag 13. mars
Morgunlestur fríggjadagur 13.mars 2026
205071
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. mars
Andgletturin - Sambandsflokkurin
205567
Fríggjadag 13. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205561
Hósdag 12. mars
Veðrið
205547
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491