Lógin má kanska broytast

Lógin má kanska broytast
Semja er ikki millum landsstýrið og Ríkisumboðið um rættin at gera millumtjóða avtalur og sáttmálar á málsøkjum, sum føroyingar yvirtaka
Í Heilsu- og innlendismálaráðnum kanna tey nú, um neyðugt er at broyta lógina um at flyta heimildina at gera lógir úr Danmark til Føroya, tá málsøkini húsfólkarættur, persónsrættur og arvarættur eru yvirtikin
 
23.05.2017 - 13:42

Í Heilsu- og innlendismálaráðnum kanna tey nú, um neyðugt er at broyta lógina um at flyta heimildina at gera lógir úr Danmark til Føroya, tá málsøkini húsfólkarættur, persónsrættur og arvarættur eru yvirtikin á ólavsøku í 2018.

Orsøkin er, at ríkisumboðsmaðurin gjørdi vart við, at sambært hansara tulking var ein villa í lógini. Í lógaruppskotinum stóð, at landsstýrið kann gera millumtjóða avtalur. Tað kann landsstýrið ikki, segði ríkisumboðsmaðurin.

SÍ EISINI Yvirtøkan kostar 10 mió. árliga

Tí uttanríkismál eru ikki yvirtikin. Men føroyska Uttanríkisráðið sigur nakað annað. Tað heldur, at landsstýrið kann gera avtalur við onnur lond enn Danmark, tá málsøki eru yvirtikin.

Tá onnur viðgerð var, vildi andstøðan hava málið aftur í nevnd, so lógaruppskotið kundi broytast sambært uppritinum hjá ríkisumboðsmanninum. Annars var talan um brot á stýriskipanarlógina. Men samgongan vildi ikki hava málið aftur í nevnd.

SÍ EISINI Málsøkið yvirtikið í 2018

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sigur, at stundir vóru ikki til tess. Bæði tí, at ivi er um spurningin, sum tí skal kannast fyrst, og tí ein broyting í lógaruppskotinum skal til hoyringar.

Sirið Stenberg sigur, at verður neyðugt at broyta lógina, verður tað gjørt. Men ikki fyrr enn allar broytingar eru funnar. Talan er um stórt lógarverk.

So uttan iva kemur Innlendismálaráðið fram á okkurt, sum neyðugt er at broyta. Yvirtøkan skal ikki vera fyrr enn á ólavsøku 2018, so broytingaruppskot kemur ikki fyrr enn í næstu tingsetu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096