»Eg eri umboð hjá fiskimonnum og arbeiðarum«

»Eg eri umboð hjá fiskimonnum og arbeiðarum«
- Og tí eri eg ikki í klædningi, sigur Maurice Ross, venjari hjá Suðringum. Vit hava sett litríka venjaranum stevnu.
 
30.05.2017 - 15:05

Nú hevur tú verið í Føroyum í fýra mánaðir. Skulu vit práta á føroyskum?

Eg skilji nakað av norskum, men føroyska málið er torgreitt, og eg ivist í, um eg nakrantíð fari at skilja tað!

Tú og hjálparvenjarin Mark de Vries komu til eitt spildurnýtt felag. Er hópurin samansjóvaður?

Spælarahópurin er smalur, men trúfastur, og tað er eingin slingur í valsinum hjá teimum. Teir eru eldhugaðir og konsentreraðir. Hetta er ein heiðurligur hópur av spælarum, og eg eri hugtikin av, at teir eru til arbeiðis allan dagin og síðan koma til venjing at geva alt, teir eiga.

Teir kenna nú spælskipanina, men eingin spælskipan kann demma fyri persónligum mistøkum. Og persónligu mistøkini hava kostað okkum seks ella sjey stig higartil. Men vit finnast ikki at okkara spælarum fyri tað. Vit eru ein eind, sum hjálpir hvør øðrum.

Tú og Mark de Vreis búgva undir sama taki. Hvat gera tit, tá tit ikki eru til arbeiðis á vøllinum?

Vit brúka gerandisdagarnar at greina okkara seinasta dyst, og vit hyggja eisini nærri at dystunum, sum mótstøðuliðini hava spælt.

Vit kanna serliga, um vit eru betri enn mótstøðumenninir. Tað er ikki ofta, at vit eru tað. Tí vilja vit skapa støður í dystinum, har vit kroysta mótstøðuliðið í einstakar nærdystir, sum vit kunnu vinna. Tað er sum oftast okkara kjansur at fáa nakað burturúr.

Annars fyrireika vit komandi venjingina, vit gera góðan mat, vit lesa bøkur og njóta friðin í Suðuroy.

 


Hugsar tú nakrantíð um annað enn fótbólt?

Tað er ein málsliga tugga, men fótbóltur er mítt lív, og eg hugsi ikki um annað. Eg livi og andi fyri fótbóltin. Dystirnir, úrslitini og hugskotini til venjingar mala í høvdinum allan dagin.

Áskoðarar halda seg altíð vita best. Fær tú nøkur ráð uttan fyri vøllin?

Ja, fólk hava meiningar og hava sum heild stóran áhuga fyri liðnum. Men eg gevi ikki meiningunum stórvegis gætur. Eg eri saman við spælarunum hvønn dag, og eg veit, hvat teir duga, og hvat teir ikki duga.

Um eg leigi ein timburmann at seta takið í stand, so fari eg ikki at siga honum, hvat hann skal gera, tí eg havi álit á, at hann veit betur enn eg. Og eg haldi, at fólk á gøtuni skulu halda tað sama um meg sum venjara.

Hvussu gevur tú spælarunum keðilig boð?

Mín stílur er at vera erligur og opin við spælararnar um teirra veikleikar. Tá vit taka eina avgerð, so siga vit tað beinleiðis, uttan at balla nakað inn. Tað sømir seg hópinum best.

Eg royni eisini altíð at grundgeva fyri mínum niðurstøðum.

Um mótstøðuliðið hevur ein skjótan vongspælara, hví skal eg so spæla við einum seinum bakki? Eg sigi teimum tað, sum tað er, og so taka vit tað harfrá.

 

 

Tosar tú við spælararnar um annað enn fótbólt?

Vit fáa okkum ein kaffimunn og tosa um leyst og fast bæði áðrenn og eftir venjing. Eg verði ikki yngri, so eg havi ongar saftigar søgur frá mínum egna lívi, men tað er altíð stuttligt at hoyra teir yngru fortelja søgur!

Tú er ongantíð í klædningi, tá dystirnir eru. Hví ikki?

Eg fari í klædning, tá umstøðurnar eru tær røttu. Eg eri umboð fyri eina oyggj við fiskimonnum og arbeiðarum. Suðuroyingar fara í klædning, tá tað eru jól og konfirmasjón. Ikki, tá tað er fótbóltur.

Ein dag verði eg venjari í einum størri felag, sum hevur størri fokus á klædningar og tað, sum hoyrir til tað. Tá hóskar klædningurin seg betur. Tað ger hann ikki nú.

Hvat er serstakt við føroyingum?

Føroyingar eru eitt fantastiskt fólkaslag! Eg haldi, at føroyingar eru erligir og hava góð mentanarlig virðir. Teir ríða kanska ikki sama dag, teir saðla, so at siga, men eg skilji mentanina nú, og tað er gott.

Og tú sleppur sjálvandi ikki undan spurninginum: hvat minnist tú frá dystinum, tá tit á skotska landsliðnum spældu 2-2 á Svangaskarði í 2002?

Eg viskaði øll minnini um 2002 burtur í somu stund, sum dysturin var liðugur, haha!

 

Hagtøl um Maurice Alexander Ross:

  • Hann er 36 ár, føddur tann 3. februar í 1981.
  • Hann kom víða sum fótbóltsspælari. Hann spældi fyri ellivu feløg: Glasgow Rangers, Sheffield Wednesday, Wolverhampton Wandereres, Millwall, Viking, Kocaelispor, Aberdeen, Beijing Guoan, Motherwell, Livingston og FK Vidar.
  • Hann vann bæði skotsku landskappingina og steypakappingarnar við Rangers. Hann skjeyt eisini fyrsta málið í steypafinaluni í League Cup í 2005, tá Rangers vann 5-1 á Motherwell.
  • Hann var tá sera nær við at skriva undir sáttmála við West Ham, men Rangers vildi ikki lata hann fara.
  • Sum høgribakkur spældi hann 13 landsdystir fyri Skotland.
  • Yrkisleiðin var í hæddini, tá hann spældi fyri Rangers. Hann hevur fyrr sagt, at hann dugdi illa at tillaga seg í hini feløgini.
  • Hann hevur fyrr verið venjari í Norra. Í tvey ár stóð hann á odda fyri Sola FK, sum spælur í fjórðbestu deildini í Norra, og í fjør var hann venjari hjá Egersunds IK, sum spælur í triðbestu deildini.
  • Hann segði starvið hjá Egersunds IK frá sær, tí hann misti sítt borgarliga starv.
     

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. januar
Morgunlestur leygardagur 11. januar 2025
185733
Fríggjadag 10. januar
Vikuskiftið 10 januar 2025
186151
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035