Arbeiðspláss í oynni tryggjast við lóg

Arbeiðspláss í oynni tryggjast við lóg
Laksur frá alibrúkum á alifirðum í Suðuroy skal verða virkaður á virkjum í Suðuroy. Uppskot til nýggja alilóg er sent til hoyring
 
01.06.2017 - 16:16

Tað er ein av broytingunum í uppskotinum til eina nýggja alilóg, sum nú er send til hoyringar. Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur í lógaruppskotinum sett inn eina lógargrein, sum beinleiðis knýtir saman aling og virking av laksinum - men barStórara í Suðri.

Lógargreinin er soljóðandi:

"Laksur frá alibrúkum á alifirðum í Suðuroy skal verða virkaður á virkjum í Suðuroy. Við virking skal skiljast bløðging, kryvjing, pakking av heilum rundum fiski, ísaður ella frystur. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð nærri reglur um virking í Suðuroy."

Stórar íløgur longu gjørdar

Í viðmerkingunum til uppskotið um nýggja alilóg verður víst á, at stórar íløgur eru gjørdar í undirstøðukervið, í vegir, brýr og tunnlar, sum hava gjørt tað lætt at flyta fólk og farm frá einum parti av landinum til annan.

Landið er ein samrunnin eind, millum annað tá tað snýr seg um vinnuligt virksemi, arbeiðsmarknað og útbúgving. Mett verður tí, at tað er ikki tørvur á generelt at taka serlig økisatlit í sambandi við umsiting av alilógini.

Men, sigur lógaruppskotið til nýggja alilóg: "Serligar umstøður gera seg tó galdandi fyri Suðuroynna."

SÍ EISINI Suðuroyggin sertreytir í uppskoti til alilóg

Suðuroyggin er - hóast vælútbygt sjóvegis ferðasamband - í mun til hinar partarnar av landinum fjarskotin, og er í vinnuligum høpi og arbeiðsmarknaðarhøpi enn ikki ein samrunnin partur av hinum økjunum í landinum.

Fólkatalið í Suðuroynni minkar alsamt, hóast tað er vaksandi í landinum sum heild, og arbeiðsloysið er val hægri enn í landinum annars. Tað eru fá faklærd og ófaklærd arbeiðspláss í oynni, og fólkið leitar sær burtur at finna sær arbeiði og kemur ikki aftur.

Tí vil landsstýrið lóggeva, at laksur frá alibrúkum í Suðuroy skal verða virkaður á virkjum í Suðuroy. Sambært heimasíðuni hjá Arbeiðsloysisskipanini eru í dag 63 fólk arbeiðsleys í Suðuroynni.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. januar
Skratsj 21. januar 2026
203024
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Mikudag 21. januar
Morgunlestur mikudagur 21. januar 2026
202877
Týsdag 20. januar
EM-tíðindi 20. januar 2026
202961
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852